140x140

Vakstrarhúsgass

Útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum stavar frá trimum høvuðskeldum: 

  • Orku
  • Landbúnaði
  • Ídnaðarligum tilgongdum

 

Í 2020 stavaðu 87,3 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum frá orku, t.v.s. brenning av olju (og burturkasti). Sí nærri her.

Á leið 2,3 % av útlátinum stavaðu frá landbúnaði, serliga neytahaldi, men eisini frá djórum, sum ganga á beiti og frá handfaring av tøðum. Sí nærri her.

Herumframt stavaðu á leið 10,4 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi frá ídnaðarligum tilgongdum t.v.s. nýtslu av sterkum vakstrarhúsgassi. Sí nærri her.

Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, 1990-2020.

Keldur: Hagstova Føroya, IRF, Tórshavnar kommuna, SEV, Atlantic Airways, kølimontørar og oljufeløg, sum leitibora í Føroyum

Nærri lýsingar um útláti finnur tú við at trýsta á leinkini í høgra teigi.
 

Les meira

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Vakstrarhúsgass